placeholder
Innanlands

Slættaberg seldur til Russlands

Skipið hevur ikki verið í vinnu síðani 2016

Slættaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Slættaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-17 14:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipið Slættaberg, sum P/F Næraberg í Klaksvík hevur átt, er selt til Russlands.

Tað stendur í fráboðan frá Sjóvinnustýrinum í dag.

Nýggi eigarin er felagið “Limited Liability Company “DEFREEZE” í Russlandi.

Skipið, sum er bygt í 1995 hevur staðið á sølulista leingi, og hevur ikki verið í vinnu síðani 2016. Seinastu árini hevur Slættaberg ligið í Týsklandi.

Søluprísur verður ikki upplýstur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder