
Stutt eftir døgurða í gjár - áleið klokkan 13 - kom danski sleipibáturin Bestla á Skála við nýggja havrannsóknarskipinum. Hetta skrvar jn. fo
Sí eisini: Nýggja havrannsóknarskipið hómast í Nólsoyarfirði
Talan er um skrokkin. Havrannsóknarskipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála. Tað er sleipað av Litava, har hann er smíðaður. Her kemur skrokkurin inn á Skála (Mynd: Emil Jakobsen)
Kringvarpið skrivar, at sleipingin varð seinkað av illveðri, og sleipibáturin lá nakrar dagar og andøvdi í Ålbækvíkini sunnan fyri Skagen.
Eftir ætlan verður skipið liðugt og latið landsstýrinum á summri í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald