Uttanlands

Skotskur skrokkur sleipaður til Skagen

Skotar hava latið fleiri skip byggja seinastu árini

2019-08-10 17:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í vikuni kom skrokkurin hjá stóra skotska uppsjóvarskipinum Lunar Bow til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

Talan er um ein nýbygning, sum er heili 88 metrar langur, og knappar 17 metrar breiður, og er talan um eitt av størstu skipunum, sum er bygt á donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft.

Tað er skotska felagið Lunar Fishing Co. Ltd í Peterhead, sum letur skipið byggja, sum skal avloysa eitt eldri uppsjóvarskip, ið er selt til Norra.

Nýggja skipið er knappar 20 metrar longri, og hálvan annan metur breiðari enn undanfarna skipið.

Hetta er ikki fyrsta skipið, sum Lunar Fishing letur byggja í Skagen.

Felagið fekk handað Kings Cross í oktober í 2016, sum skotska felagið lat byggja saman við Wiseman Fishing Co. Ltd, og í 2017 fekk Lunar Fishing nýbygingin Pathway handaðan.

Nýggi Lunar Bow verður størsta skipið hjá felagnum, og kostar yvir 200 milliónir at byggja.

Lunar Bow skal eftir ætlan latast eigarunum í januar 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder