placeholder
Uttanlands

Skotar sigla til Danmarkar at landa

Skotsk fiskiskip fáa betri prís í Hanstholm enn heima í Skotlandi, har prísurin er farin í botn eftir Brexit

2021-01-14 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotsk fiskiskip í rættiliga stórum tali eru farin at landa veiðina í Danmark. Hetta orsaka av nýggju Brexit-reglunum, sum tóku við á nýggjárinum, skrivar danski miðilin Altinget.

Ein av donsku havnunum, sum merkir hetta, er Hanstholm, har fiskauppboðssølan hevur fingin nógv av fiski frá skotskum skipum.

- Vit hava samband við millum 10 og 15 skotskar bátar, sum koma higar tí marknaðurin knappliga er broyttur, sigur leiðarin fyri uppboðshøllini í Hanstholm við Altinget. Hann metir, at um 30 til 40 prosent av teimum 1.300 tonsunum, sum higartil í ár eru seld á uppboðssøluni, eru komin frá skotum.

Í Skotlandi uppliva fiskaútflytarar trupulleikar við at sleppa av við fiskin í ES orsaka av nýggjum krøvum og trupulleikum við flutninginum.

Prísirnir eru eisini falnir í botn á uppboðssøluni í skotska fiskivinnuhavnini Peterhead.

Hetta hevur fingið skotskar bátar at leita upp havnir í Danmark at sleppa av við fiskin fyri ein betri prís.

Tað er ikki óvanligt, at skotskir bátar avreiða í Hanstholm, men ikki í so stórum tølum sum nú.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder