Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.
Línuskipið Hans Erik, sum varð bygt til Klaksvíkar í 1969 til fiskiveiðu á Flemish Cap.
Tað var Hans Erik Olsen, sum lat skipið byggja, sum er systurskip til eitt nú Ás og Borðoyarnes.
Skipið misti loyvið tá ið avgjørt varð at seta fiskibann á Flemish Cap seinast í 80unum.
Felagið Deep Sea á Tvøroyri keypti síðani skipið, sum fekk navnið Nim. Deep Sea umbygdi skipið til at fiska krabba og havtasku.
(Mynd: Jens Heri / Shipspotting.com)
Nim kom tó ikki ongantíð í gongd við krabbafiskiskapin, men fiskaði havtasku í fleiri ár. Skipari umborð var rokskiparin Janus Sørensen.
Seinni fór reiðaríið Deep Sea á heysin, og Thor í Hósvík keypti Nim, soleiðis at Thor og Vesturland, sum reiðaríið átti tá, deildu garnaloyvi.
Í mai í 2015, varð Nim seldur til upphøggingar í Esbjerg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald