2025-10-20 12:36

Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er liðugtgjørdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen.
Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen hósdagin í hesi vikuni.
Skipið verður monterað og liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft skipasmiðjuni, og væntandi verður skipið leverað til Varðan seint á vári 2026, skrivar Varðin á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald