placeholder
Innanlands

Sjóvarmál 2022 er nú komið

Talan er um ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta ári. Lesast kann millum annað um, hvussu sjófuglurin er minkaður í Vestmannabjørgunum, og um hvussu stóra ávirkan føði hevur fyri yvirlivilsi hjá toskalarvum

2022-05-10 20:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú prentað.

Lesast kann millum annað um, hvussu sjófuglurin er minkaður í Vestmannabjørgunum, um tveir djúpar havstreymar, sum nýliga eru avdúkaðir nærhendis Føroyum, um hvussu stóra ávirkan føði hevur fyri yvirlivilsi hjá toskalarvum, og hvussu sambandið er millum havstreymar, reyðæti og norðhavssild norðan fyri Føroyar.

Tað er eisini altíð áhugavert at síggja, hvussu virðini í afturvendandi tíðarseriunum hátta seg hetta seinasta árið.

Av tí at tilmælið fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa á Landgrunninum nú verður gjørt í november-desember, hevur Havstovan gjørt av at prenta Sjóvarmál um várið og ikki um heystið, sum áður gjørt. Soleiðis ber til at fáa nýggjasta tilmælið við í ritið, meðan tað enn er nýtt. Hetta hevur í aðrar mátar ávirkað ritið soleiðis, at føstu árs-tættirnir hesaferð fevna um bæði 2020 og 2021.

Sjóvarmál 2022 kann lesast sum pdf-fíla her fáast sum prentaður bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Havstova Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder