Innanlands

Sjáldsamur gestur í Hirtshals

Bæði Mykines og Norrøna lógu í Hirtshals um vikuskiftið. Farmaskipið Mykines siglir vanliga millum Holland, Føroyar og Ísland

(Mynd: Hirtshals Havn)

(Mynd: Hirtshals Havn)

2020-02-18 21:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnin í Hirtshals hevði leygardagin ein serligan gest. Talan var um farmaskipið Mykines, sum Smyril Line eigur.

Farmaskipið siglir vanliga millum Rotterdam, Føroyar og Ísland, men legði leiðina inn á Hirtshals orsaka av ringa veðrinum.

Samstundis sum Mykines lá í Hirtshals lá føroyska flaggskipið Norrøna, sum Smyril Line eisini eigur, eisini við bryggju í fiskivinnubýnum í Norðurjútlandi.

placeholder
placeholder