Innanlands

Sisimiut landar í Kollafirði

Grønlendski trolarin kom á Kollafjørð í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-16 21:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski flakatrolarin sisimiut kom í gjár á Kollafjørð, har trolarin skal landa.

Sisimiut hevur fiskað svartkalva í Eysturgrønlandi, og hevur 500 tons, sum teir landa til fyrstigoymslurnar í Kollafirði.

Upprunaliga var ætlanin at fara til Danmarkar at landa, men alt rokið við minkunum og korona í norðurjútlandi gjørdi, at avgereð varð tikin um at landa veiðuna í Føroyum.

Línuskipið Jógvan I er ávegis á Kollafjørð við 200 tonsum. Jógvin I hevur fiskað undir Føroyum, og meginparturin av veiðuni er longa og brosma.

Skipið hevur havt 38 setir hendan túrin, men fiskiskapurin hevur verið vánaligur, verður upplýst.

[object Object]

Jógvan I - Savnmynd (Kiran Jóanesarson)

placeholder
placeholder