Sisimiut á Havnini við útgerð áðrenn teir landa í Kollafirði

Sisimiut legði útgerð upp hjá Vónini áðrenn teir skuldu landa

Sisimiut á veg á Havnina í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Sisimiut á veg á Havnina í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-20 15:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski flakatrolarin Sisimiut kom fyrrapartin í gjár á Havnina.

Teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, og skulu landa umleið 700 tons í Kollafirði í dag.

Meginparturin av veiðuni er toskur, og áðrenn teir fóru á Kollafjørð løgdu teir útgerð upp hjá Vónini, og tóku nýggja umborð.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið á svartkalvaveiðu í Eysturgrønlandi.

 

placeholder
placeholder