Innanlands

Sild verður landað í Fuglafirði og á Tvøroyri

Fagraberg landar 1000 tons av sild í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-28 14:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava 1000 tons av góðari sild við til lands, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Talan er um góða stødd, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði byrjaði í gjár at landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Teir sluppu framat aftaná Tummas T, og hevði Finnur Fríði 1500 tons av sild við til lands.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder