Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg undirritaðu í gjár semju um at býta makrel, skrivar Tilfeingis- og vinnumálaráðið. Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12 prosentum av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35 prosent og í norskan sjógv á 40 prosent óbroytt.
Semjan millum tey fýra strandarlondini hevur við sær eina munandi minking í ovfiskiskapinum, og er eitt týðandi stig á leiðini móti, at makrelstovnurin verður umsitin á ábyrgdarfullan og burðardyggan hátt.
Tey fýra strandarlondini eru samd um, at mest loyvda veiða í 2026 verður 299.010 tons, samsvarandi Fmsy meginregluni hjá ICES. Hetta hevur við sær, at mest loyvda veiða í 2026 lækkar 48 prosent samanborið við 2025.
Við semjuni taka tey fýra Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg í felag ábyrgd og lata íkast til semjuna. Í hesum sambandi er avgerð tikin um, at Føroyar lata Íslandi atgongd til føroyskan sjógv at fiska makrel. Hendan atgongdin svarar til 30 prosent av íslendska lutinum á 10,5 prosent.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við tilfeingis- og vinnumálum, sigur:
- Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri makrelstovnin og fyri framtíðar føroyskan fiskiskap eftir makreli. Tað er av alstórum týdningi, at fleiri strandarlond leggjast afturat semjuni, og eg vóni, at tað fer at lata seg gera at fáa hini strandarlondini við í semjuna.
Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg um at býta makrel kann lesast her.
Semjan millum Føroyar og Bretland um atgongd kann lesast her.
Semjan millum Føroyar og Ísland um atgongd kann lesast her.
Semjan millum Føroyar og Noreg um atgongd kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald