Innanlands

Semingsstovnurin er boðsendur

Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip hava ikki megnað at funnið eina semju. Í fyrstu syftu eru partarnir bidnir um at leingja sáttmálan til fríggjadagin tann 24. apríl á midnátt.

Tað var Føroya Reiðarafelag sum tók stig til at boðsenda Semingsstovnin (Mynd: fsn.fo)

Tað var Føroya Reiðarafelag sum tók stig til at boðsenda Semingsstovnin (Mynd: fsn.fo)

2026-04-14 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neyðugt er við semingsmonnum fyri at royna at loysa knútin millum Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.

Hetta skrivar fsn.fo

Seinasta lítla mánaðin hava partarnir roynt at funnið eina semju - uttan úrslit.

Semingsstovnurin hevur biðið partarnar um sjálvbodnir at leingja sáttmálan til fríggjadagin tann 24. apríl á midnátt.

Skipara- og Navigatøfelagið skrivar soleiðis um tilgongdina:

Tann 19. mars 2026 handaðu partarnir Føroya Skipara og Navigatørfelag (FSN) og FR hvørjum ørðum krøvini um nýggjan sáttmála fyri ymisku skipabólkarna.

Longu tann 9. Apríl 2026 boðsendi Føroya Reiðarafelag Semingsstovnin.

Tað hava verði tveir fundir. Tann fyrri var 21. mars og 2. fundurin var 9. apríl 2026.

Tað var Føroya Reiðarafelag sum tók stig til at boðsenda Semingsstovnin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder