Innanlands

Sandship keypir farmaskip úr Týsklandi

Farmaskipið Bonacieux, sum er bygt í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons, verður 6. skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði

2025-09-15 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sandship hevur skrivað undir sáttmála um keyp av farmaskipinum Bonacieux úr Týsklandi.

Skipið verður yvirtikið fyrst í komandi ári og umbygt til sjálvlossara. Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna í útlandinum. Blásiskipan til veiting av alifóðri verður partur av umbyggingini.

Skipið verður útgjørt við framkomnari tøkni, sum minkar CO2-útlátið við 20% undir sigling.

Bonacieux er bygdur í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons.

– Felagið hevur merkt vaksandi eftirspurning úr útlandinum, og er hetta ein liður í vakstrarætlan felagsins, sigur Jørgin Jacobsen stjóri.

Skipið verður skrásett í føroysku altjóða skipaskránni FAS, sum hóskar seg væl til altjóða farmaflutning.

Hetta verður 6. skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði, sum eisini hevur sandsølu á Sundi og fóðurgoymslu á Toftum.

Tá nýggja skipið kemur í sigling, verða omanfyri 80 fólk í starvi hjá Sandship.

Sandship

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder