Innanlands

Sama nøgd men størri fiskur

Tað sigur skiparin á Fuglberg, Tummas Johansen, sum fór nýggjan túr á middegi í dag

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-07-05 19:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Gongdin í ár líkist nógv henni í fjør, men fiskurin hevur verið størri. Vit hava nærum roynt á somu leiðum sum síðsta ár, men verið heldur djypri.

Tað sigur Tummas Johansen, skipari á Fuglberg, sum samtrolar við Skoraberg eftir gulllaksi.

-Eg haldi, vit kunnu lata væl at fiskiskapinum, og so hava skipini eisini gjørt brúkiligar túrar á Ytstabanka ella “Lúsabankanum”, sum hann eisini verður róptur. Har hava skipini ikki fingið gulllaks í fleiri ár, so tað er vónandi eitt dámligt tekin, sigur Tummas Johansen.

Sjey mans eru við hvørjum skipi.

Fuglberg tók ís á Toftum á middegi í dag, áðrenn teir fóru nýggjan túr.

Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá menninar.

placeholder
placeholder