2025-12-17 18:42
Í hesum døgum fyllir strandfaraskipið Sam 50 ár.
Tað var í 1975, at Sam kom í føroyska flotan, eftir at skipið varð bygt í Noregi.
Norðlýsið skrivar, at tað var Alfred Olsen, ið læt skipið byggja í 1975, og árið eftir yvirtók Strandferðslan siglingina og skipið, og hevur Sam verið í fastari sigling hjá Strandferðsluni síðani.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/04/10/890x590/sam01.jpg)
Sam byrjaði at sigla á Vestmannaleiðini, men hevur seinastu árini silgt á Kalsoyarleiðini.
Sam, sum hevur verið álitið hjá Kalsoynni seinastu árini, verður tó ikki í fastari sigling leingi aftrat. Strandferðslan er í holt við at fyrireika eitt avloysaraskip, sum skal taka sær av hesari leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald