Innanlands

Rýmdu undan veðri

Skiparin á Arctic Viking valdi at rýma upp í Barentshavið

2019-05-08 18:46 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit royndu fyrst nakrar dagar undir Eysturgrønlandi og høvdu góðan fiskiskap. So kom illveður, og tá vit høvdu ligið bakk í fýra samdøgur, og tað sá út til, at vit komu at liggja bakk í eini fimm samdøgur afturat, gjørdi eg av at rýma upp í Barentshavið.

Tað sigur skiparin á rækjutrolaranum Arctic Viking, Bjarni Petersen.

-Tað er ringur botnur í Eysturgrønlandi, og koma vit fastir í botn í ringum veðri, er vandi fyri at missa trol ella annað óhapp kann henda. Vanliga plagdu vit at fara inn til ískantin, og har fáa lívd fyri illveðrinum, men her er ongin ísur. Tað hevur verið nógv rull og nógvur larmur, men her er einki býráð, vit kunnu klaga til, sigur Bjarni skemtandi.

Arctic Viking fór avstað 31. mars, eftir at hava ligið í út við tríggjar mánaðir hjá Mest í Havn, sum setti nýggjan høvuðsmotor og nýggjar ljósmotorar í skipið. 

Bjarni sigur, at motorarnir hava riggað væl og høvuðsmotorurin brennur uml 6 % minni enn tann gamli og orkar nakað betri at sleipa trolini.

- Vit royna nú í russiska partinum av Barentshavinum og heilt norður móti ískantinum. Her hevur eisini verið sjask veður, men nú er veðrið betri, og fiskiskapurin er góður. Vit eru so mikið norðarlaga, at vit hava umleið 300 fjórðingar til nærmasta landið, sigur Bjarni Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder