Uttanlands

Ruth siglir inn av seinasta túri undir donskum flaggi

Danska uppsjóvarskipið landar seinastu lastina undir donskum flaggi í Noregi

2020-01-23 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ruth, sum føroyingurin Gullak Madsen hevur selt til Noregs, skal landa seinastu veiðuna í Egersund.

Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og hava 1160 tons, sum teir skulu landa í Egersund. Miðalvektin á veiðuni er 430 gramm, og fáa teir 13,69 norskar krónur fyri kilo.

Hetta er seinasti túrurin, sum Ruth ger undir donskum flaggi.

Skipið er selt til eitt norskt felag, sum yvirtekur Ruth 1. februar, og tá fær felagið Ruth A/S eisini annað skip at fiska kvoturnar, til reiðaríið fær handað ein stásiligan og framkomnan nýbygning á sumri 2021.

Seinastu tveir túrarnar hevur Ruth landað veiðuna í Kollafirði, men hesaferð áttu norðmenn hægsta boðið fyri veiðuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder