Innanlands

Rókur landaði í Runavík í gjár

Rókur landaði í gjár 110.000 pund til Faroe Origin

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-03-03 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Rókur kom í gjár á Runavík, har teir skuldu landa.

Teir hava verið til fiskiskap eystanfyri undir Føroyum, og høvdu 110.000 pund við til lands, sum teir landaðu til Faroe Origin í Runavík, sum eisini eigur trolaran.

Meginparturin av veiðuni var upsi.

Tá ið Rókur hevði landað, fór trolarin aftur til fiskiskap undir Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder