Tað var fyri góðari viku síðani at skrokkurin hjá nýggja frystitrolaranum hjá Varðanum, Dunga Jákup, varð sjósettur í Póllandi og skuldi sleipast til Føroya.
Ferðin hevur gingið væl, men nú sigur hann frá so ringum veðri, at sleiparin Serval, sum sleipari skrokkin hjá Dunga Jákup, er farin inn í Kristiansand, har bíðað verður eftir betri veðri.
Sleiparin Serval er farin inn til Kristiansand, har bíðað verður eftir betri veðrið, áðrenn leiðin gongur víðari til Føroya (Mynd: Fishfacts.fo)
Sambært ferðaætlanini hjá Serval á Marinetraffic, so skuldi sleiparin koma til Føroya sunnudagin, men nú er sleipingin seinkað í nakrar dagar.
Júst nær skrokkurin kemur til Føroya er óvist, tí at talan er eisini um, at trygging skal góðkenna sleipingina til Føroya.
Skrokkurin hjá Dunga Jákup er bygdur í Póllandi, og skal gerast liðgur hjá Mest á Skála, og um alt gongur sum ætlað verður trolarin latin Varðanum á summri í 2026.
Dunga Jákup verður góðar 44 metrar langur, og slakar 12 metrar breiður.
Motorurin brennur lítið, og hann er gjørdur klárur til at vera umbygdur til grønar loysnir.
Skipið skal hava verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald