placeholder
Innanlands

Regina C skal landa í Kollafirði

Regina C kom á Kollafjørð í morgun við 330 tonsum av rækjum

2020-01-18 12:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski rækjutrolarin Regina C kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava 330 tons av rækjum, sum teir skulu landa til frystigoymsluna hjá Samskip í Kollafirði, áðrenn farið verður víðari til Fiskestrand í Norra á verft.

Eisini skulu teir leggja nakað av útgerð á land áðrenn farið verður víðari til Norra.

Áðrenn teir komu til Føroyar at landa, landaðu teir 85 tons av ídnaðurrækjum í Grønlandi.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder