2025-12-23 17:04
KJ keypti í summar maskinteknisku fyritøkuna Pomek, og nú er greitt at navnið fer í søguna.
Framyvir verður fyritøkan marknaðarførd sum ein sterk, lokal og týdningarmikil deild hjá KJ í Klaksvík.
Starvsfólkini verða tey somu, og eru at hitta á somu telefonlinjunum sum áður, verður sagt.
Deildarleiðari fyri KJ í Klaksvík er Tummas Lervig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald