Innanlands

Polar Princess landað makrel í Kollafirði

Verksmiðjutrolarin er farin aftur til fiskiskap eftir makreli

Sanvsmynd: Kiran Jóanesarson

Sanvsmynd: Kiran Jóanesarson

2019-09-07 21:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóri grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess landaði fyrr í vikuni í Kollafirði.

Teir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður at teir høvdu 800 tons av góðum makreli, sum teir landaðu til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Fleiri grønlendsk skip hava landað makrel í Føroyum seinastu tíðina. Skipini Tasilaq og Tuneq eru ávegis inn av feltinum.

Teir hava umleið 1000 tons tilsamans av makreli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder