2025-10-14 07:29

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu til Kósavirkið í gjár.
Parið hevur verið til fiskiskap eystan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, 340.000 pund og har nógv tað mesta var upsi, bleiv landað til Kósina, og parið fer aftur til fiskiskap tá ið tað hevur landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald