2025-09-03 07:11

Grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess er komin á Kollafjørð, har skipið skal landa makrel.
Polar Princess hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tilsamans hevur skipið 900 tons av frystum makreli.
Seinastu árini hava grønlendsku makrelskipini landað makrelin í Føroyum tá ið tey eru á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald