Innanlands

Polar Nanoq skal landa í Kollafirði

Grønlendski trolarin hevur verið á makrelveiðu

Mynd: Kiran Joanesarson

Mynd: Kiran Joanesarson

2019-08-25 15:06 Author image
Kiran Jóanesarson

Grønlendski trolarin Polar Nanoq kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Polar Nanoq hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 700 tons av frystum makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Fleiri grønlendsk skip fiska makrel í altjóða sjógvi, og veiðan verður landað í Føroyum.

Grønlendska makrelkvoten er hækkað úr 60.000 tonsum upp í 70.000 tons.

Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar, at ES nú hóttir við at seta handilstiltøk í  móti Grønlandi, og Íslandi, sum eisini hevur hækkað sína makrelkvotu.

Íslendska makrelkvotan er í ár hækkað 33.000 tons - úr 107.000 tonsum til 140.000 tons.

Grønland og Ísland eru ikki partar av avtaluni millum ES, Føroyar og Norra.