2026-04-17 17:36
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Ammassak hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hevur landað veiðuna í Fuglafirði.
Polar Ammassak hevði 1.500 tons av svartkjafti við til lands, og skipið landaði ein part til Pelagos, har svartkjafturin bleiv landaður til matna og hin partin til Havsbrún, har svartkjafturin bleiv landaður til ídnað.
Polar Ammassak fór aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald