Innanlands

P/f Jókin keypt trolbátin Fríðborg

Báturin fær nú navnið Bjørn, og fær heimstað á Glyvrum

Savnsmynd: Klaksvíkar Sleipistøð

Savnsmynd: Klaksvíkar Sleipistøð

2018-12-28 15:46 Author image
Kiran Jóanesarson

P/f Jókin við heimstaði í Hvalba, hevur keypt trolbátin Fríborg frá Osmundi Justinussen.

Báturin hevur nú skift navn, og kallast nú Bjørn, og hevur fingið heimstað á Glyvrum, sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini.

Bjørn hevur loyvi at fiska í bólki 4B.

Tað eru nøkur ár síðan at Osmund Justinussen, reiðari, keypti trolbátarnar Birting, Hansa Mariu, Búgvan og Jens Leon. Hansa Maria kallast í dag Sigatindur, og Birtingur skifti navn til Fríðborg.

Fríðborg fór ikki í vinnu, meðan hinir fóru til fiskiskap.

Í summar upplýsti Osmund Justinussen, at trolbáturin, sum hevur ligið í longri tíð, var málaður, og hevði fingið upprunanavnið, Fríðborg, aftur.

P/f Jókin eigur framanundan uppsjóvarskipini Fram og Arctic Voyager.