Innanlands

Óvanliga nógvur fiskur eftir árstíðini

- Vit hava nýliga gjørt fleiri túrar, har vit hava ligið um 200 pund uppá stampin. Tað er góður fiskiskapur og so á hásumri, sigur Andru Poulsen

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-07-06 21:54 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi í dag kom útróðrarbáturin Stakkavík í Klaksvík aftur av útróðri. Andru Poulsen, er eigari og skipari, og hann letur væl at útróðrinum, hóast hetta vanliga er vánalig tíð til útróður.

Sjómanstrúboðarin fekk orð á Andru, sum var væl nøgdur við túrin.

- Vit hava verið norðanfyri við  40 stampum og hava knapt 7000 pund ella 3500 kg. Størra helvtin er toskur, tí vit hava 7 kør av toski og 6 av hýsa, sigur hann.

- Hvussu er fiskurin fyri?

- Hann er væl fyri. Sjálvandi er hann ikki væl fyri aftaná gýtingina, men síðsta mánaðin er hann nógv framfarin, og er væl fyri nú, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Kanska tað er munur á fiskinum inni við land og á honum úti frá landi. Vit hava roynt mest norðanfyri og nakað út frá landi, sigur Andru.

- Tað er óvanliga nógvur fiskur at fáa, tá hugsað verður um árstíðina. Fleiri eldri útróðrarmenn siga, at hesa tíðina á árinum, var fyrr vanligt at fara út á djýpri vatn at royna eftir brosmu og longu, ella at halda summarfrí, tí norðanfyri var einki at fáa, sigur hann.

- Vit hava nýliga gjørt fleiri túrar, har vit hava ligið um 200 pund uppá stampin. Tað er góður fiskiskapur og so á hásumri, sigur Andru Poulsen.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Hann hevur róð út síðani 2016 og drivi Stakkavík síðani 2018.

Frá trúboðaranum fingu teir kristiligan lesnað og heilsanina:

Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder