Innanlands

Óttast lús og sjúkur orsaka av vaksandi hita í sjónum

Hitin í sjónum er væl heitari í løtuni enn hann plagar at vera. Hetta er ein trupulleiki fyri norsku alivinnuna. Eisini í Føroyum er sjógvurin væl flógvari í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-08 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hitin í sjónum fram við norsku strendurnar er nógv hægri í ár enn hann plagar at vera. Hóast nógvur kuldi er uppi á landi, so er hetta ikki galdandi undir havskorpuni, skrivar NRK.

Vanliga liggur hitin í sjónum undir 7 stig her fyrst í januar við eitt alibrúk út fyri Florø, sum liggur á 61,6 breiddarstigum, nakað norðan fyri Bergen.

Men nú liggur hitin oman fyri 10 stig, og hetta hevur ikki góða ávirkan á alingina, tí um tað ikki kemur tann vanligi kuldin í sjógvin, so halda laksalús og bakteriur fram við at trívast í sjónum, sigur leiðarin fyri Marø Havbruk.

Flógvi sjógvurin her er ikki nakað eindømi. Norska Havforskningsinstituttet slær nú fast, sjógvurin fram við norsku strendurnar ikki hevur verið so heitur síðan 1930-árini, sum hann var í 2025.

- Á Utsira máldu vit 12 stig á 100 metra dýpi í november. Vanliga er hitin millum 8,5 og 10,5 stig, sigur Ingrid Askeland Johnsen, granskingarstjóri á Havforskningsinstituttet við NRK.

Vanlig fiskasløg rýma - nýggj koma til

Hon vísir á, at varmin hevur ávirkan á lívið í havinum. Tí fiskar og flytfør djór flyta seg norðureftir, meðan verur sum korallir og soppar, ið ikki kunnu flyta seg, doyggja. Tey uppliva eisini nýggjar verur í norskum sjógvi, eitt nú sjóhest og sankta pætursfisk, ið liva í flógvari sjógvi.

Ikki nokk við tað. Tað er eisini staðfest, at Norðsjógvurin ongantíð hevur verið so heitur, sum í 2025. Og uppi á landi gjørdist 2025 eisini tað heitasta árið, sum er mált í Noregi. Hitin lá 1,5 stig oman fyri miðal.

Allir mánaðirnir í 2025 lógu oman fyri miðal – og tað er aldri hent fyrr, upplýsir norska veðurstovan fyri NRK.

Fyri norskar alarar merkir hetta, at teir skulu finna nýggjar loysnir, tí vaksandi hitin er ein stór avbjóðing. Ein møguleiki er djypri alibrúk, men tað skal eisini meira eftirlit og meira gransking til, verður staðfest.

Somu avbjóðingar í Føroyum

Eisini í Føroyum liggur hitin í sjónum oman fyri tað vanliga.

Havstovan ger leypandi hitamátingar í Vestmannasundi og Skopunarfirði, og tølini har vísa, at hitin í sjónum eisini í Føroyum lá væl oman fyri miðal í 2025.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder