Innanlands

Ósemja um skráseting av Jákup Sverra

Fiskimálaráðið sigur, Jákup Sverri skal skrásetast sum eitt fiskiskip, meðan Sjóvinnustýrið sigur, skipið skal skrásetast sum handilsskip – Nýggja havrannsóknarskipið kann ikki takast í nýtslu, fyrr enn ósmejan er loyst

Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-31 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í dag varð nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, handað landsstýrinum, men fyribils verður tað ikki tikið í nýtslu.

Orsøkin er ein ósemja millum Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið um, hvussu skipið skal skrásetast, og kann skipið tí ikki fáa tjóðskaparbræv ella siglingarloyvi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at Jákup Sverri skal skrásetast sum fiskiskip, meðan Sjóvinnustýrið sigur, at skipið skal skrásetast sum eitt handilsskip.

– Um eitt rannsóknarskip ikki skal fiska, so er einki endamál við einum rannsóknarskipi, sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið. Hoyr innslagið her.

placeholder
placeholder