
Í morgun landaði garnaskipið Oknin á Toftum. Teir høvdu roynt í hálvfimta samdøgur, og fingu uppí kassarnar og gott og væl tað.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan Jákup Andrias Andreassen.
Uppá fyrispurning um hvussu fiskiskapurin hevði verið, segði hann:
- Vit hava gjørt ein góðan túr. Vit hava drigið hálva aðru rundu, sum tók umleið fýra og eitt hálvt samdøgur, og vit hava umleið 40 tons ella 80.000 pund. Tað eru umleið 30 tons av svartkalva og umleið 10 tons av toski og blálongu, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Hvar hava tit roynt?
- Gørnini standa á Byrenbank, sum er umleið 80 fjórðingar í útnyrðing úr Føroyum. Tað tekur umleið 10 tímar at sigla til og frá fiskileiðini. Garnaskilpini Thor og Túgvusteinur royna eisini har, og teir hava eisini góðan fiskiskap, sigur Jákup Andrias Andreassen.
- Vanliga er smáligur fiskiskapur við gørnum eftir svartkalva um summarið, men í fjør og í ár hevur tað verið øðrvísi. Fiskiskapurin hevur verið og er góður, sigur Jákup Andrias Andreassen.
Níggju mans eru við Oknini. Teir fara avstað aftur í annaðkvøld.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald