Í vikuni sá eitt nýtt uppsjóvarreiðarí dagasins ljós, tá ið Kappingareftirlitið góðtók samanleggingina.
Eigararnir vóru upprunaliga reiðaríið sp/f Ango úr Vági, sum hevði eitt uppsjóvarskip við sama navnið, reiðaríið sp/f Gráastein við uppsjóvarskipinum Birita úr Havn og sp/f 7.5-26, sum er helvtin av felagnum Kinnfelli, sum átti uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu.
Men nú er støðan broytt í nýggja felagnum, av tí at Sp/f Gráastein hevur tikið seg úr samanleggingini.
Hetta merkir so, at felagið Sp/f Gráastein heldur fram sum áður, og fer framvegis at fiska við uppsjóvarskipinum Biritu, sum reiðaríið heur gjørt síðani tað bleiv stovnað, einsamalt.
Av tí at sp/f Gráastein hevur tikið seg úr samanleggingini, merkir hetta at nýggja reiðaríið einki skip hevur til kvoturnar hjá sær.
Felagið, sum hevur kvoturnar hjá Ango, sum er selt av landinum, og helvtina av kvotunum hjá Katrin Jóhonnu er tí farið at leita eftir einum øðrum skipið, sum skal fiska kvoturnar hjá felagnum.
Vit hava roynt at fingið fatur at umboðum í reiðarínum hjá Biritu, men tað hevur ikki eydnast, men keldur, sum Portalurin hevur tosað við, sigur at tað verður, sum vit hava skrivað omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald