Innanlands

Nýtt met: Størsta lastin av rækjum landað í Grønlandi

Grønlendski trolarin Avataq, sum er størsta fiskiskipið í Grønlandi, kom í gjár inn við yvir 900 tonsum av rækjum

Avataq á Havnini ávegis til Grønlands fyri fyrstuferð í januar í ár (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Avataq á Havnini ávegis til Grønlands fyri fyrstuferð í januar í ár (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-19 21:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski rækjutrolarin Avataq, sum Royal Greenland eigur, kom í gjár inn við størstu lastini, sum nakrantíð er landað í Grønlandi.

Teir hava fiskað 903 tons, sum teir hava landað í Sisimiut í Grønlandi, og var tað Jógvan Tróndarson úr Havn, sum var skipari hendan túrin.

- Vit vistu at vit fóru at klára at taka metið, tá ið talan er um eitt so stórt skip, men nær vistu vit ikki, og tað er fyrst og fremst manningini at takka, sigur Jógvan Tróndarson við heimasíðuna hjá Royal Greenland.

[object Object]Jógvan Tróndarson, skipari (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Avataq, sum er knappar 83 metrar langur og 18 metrar breiður, byrjaði túrin tann 25. apríl.

Undanfarna metið átti grønlendski trolarin Markus, sum kom sum nýbygningur til Grønlands í fjør. Markus landaði 870 tons í síðstu viku, sum var metið áðrenn Avataq tók tað.

- Tað er ikki nøkur kapping í millum reiðaríini, men eg eri stoltur av manningini umborð hendan túrin, sum hevur arbeiðtt hart, sigur Jógvan Tróndarson við Royal Greenland.

Seinastu tíðina eru nógvir nýggir og stórir trolarar bygdir til Grønlands, og onkur er ávegis aftrat, og tí var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn gamla metið varð tikið áðrenn Markus tók tað.

[object Object]Markus á Havnini fyri fyrstu ferð ávegis til Grønlands sum nýbygningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jógvan Tróndarson sigur, at skipini spara nógva tíð, av tí at tey lasta nógv meira enn gomlu skipini, og tí sleppa undan at sigla inn við fullum skipi, og so út aftur at fiska meira áðrenn manningin skal skiftast, og tí letur tað seg gera at landa so stórar nøgdir í einum.

Avataq fer nýggjan túr í dag.

placeholder
placeholder