
Felagið P/f Eysturoy á Toftum hevur keypt eitt nýggjari línuskip, sum skal avloysa tvey eldri skip.
- Vit hava keypt norska línuskipið Atlantic, sum skal koma í flotan fyri Sigmund, sum varð lagdur í fjør og Mascot, sum varð seldur til Klaksvíkar, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Anfinn Olsen sigur, at sáttmálin varð undirskrivaður fyri einum mánaða síðan, og at skipið kemur til Føroyar síðst í árinum.
- Av tí at skipið verður avloyst av einum nýbygningi, sum kemur fyrst í komandi ári, skal Atlantic fiska kvoturnar hjá reiðaríðnum, og tí kemur skipið ikki til Føroyar fyrr enn tann fiskiskapurin er liðugur, sigur Anfinn Olsen.
Talan er um eitt stórt skip, sum lastar umleið 300 tons, og veiðan verður fryst umborð.
Reiðarin vil ikki upplýsa søluprísin, og sigur, at navnið er heldur ikki valt enn.
Atlantic er bygt í 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald