2026-07-18 11:44
Í gjár kom nýggjur útróðrarbátur á Hvannasund.
Tað er Tóri Simonsen í Hvannasundi, sum hevur keypt bátin úr Norra. Báturin er bygdur í 2006, men motorurin, ein 600 hestar Scania, er frá 2011.
Báturin er 12 metur langur og fýra metur breiður. Tað vil siga, hann er 40 føtur. Ætlanin er at rógva út við línu. Báturin er av merkinum Selfa Arctic og er bygdur í Norra.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Tóra hjartaliga til lukku við bátinum og Guds signing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald