Innanlands

Nýggjur Pison kemur í januar

P/F Miðdalsenni á Viðareiði keypur nýtt skip fyri Pison, sum nú stendur fyri 60 ára klassing. Vit klassa ikki Pison einaferð afturat, so tað var annaðhvørt at gevast ella at fáa sær annað skip, sigur ein av eigarunum, Eyðstein Sørensen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-11-06 14:48 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- 5. januar 2021 yvirtaka vit norska frystilínuskipið Nyvoll Senor, sum er fyrrverandi Vestfart.

Tað sigur skiparin og ein av eigarunum av Pison, Eyðstein Sørensen á Viðareiði.

Tað er P/F Miðdalsenni á Viðareiði, sum eigur ísfiskalínuskipið Pison, sum hevur keypt skipið fyri Pison. Pison er frá 1961, hevur tant fyri seg og stendur nú fyri 60 ára klassing.

- Vit klassa ikki Pison einaferð afturat, so tað var annaðhvørt at gevast ella at fáa sær annað skip. Vit hava valt tað seinna og vóna tað verður ein røtt avgerð.

- Nyvoll Senior er bygdur í Vági í 1987 og kallaðist tá Vestfart. So nú kemur eitt fyrrverandi føroyskt skip aftur á gamlar og kendar leiðir. Hann er 40 metrar langur og 9 metrar breiður og lastar umleið 245 tons. Hóast skipið er frá 1987, so er tað í góðum standi. Høvuðsmotorurin, ein 1000 hestar Grenaa er frá 2002, og báðir ljósmotorarnir og generatorarnir eru frá 2013 og frystaríið er frá 2017.

16 mans koma at sigla við skipinum og so er ætlannin at hava nakrar fastar avloysarar eisini, tí tað er strævið at sigla hvønn túr, upplýsir Eyðstein Sørensen.

placeholder
placeholder