placeholder
Uttanlands

Nýggjur grønlendskur trolari hevur hágóðsku útgerð úr Føroyum

Talan er um ein tann mesta framkomna trolaran av sínum slag

2019-02-22 14:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrr í vikuni varð nýggjasta skipið í grønlendska flotanum, Markus, doypt og handað reiðarínum.

Talan er um ein rækjutrolara, sum er 80,8 metrar langur og heili 17 metrar breiður. Nýggi Markus klárar virka 100 tons av rækjum um samdøgrið.

Stásiligi rækjutrolarin, sum er sniðgivin av Rolls Royse, hevur trollemmar frá virkinum Rock Trawldoors í Vági, meðan trol og onnur útgerð, í samband við fiskiskap, er frá Vónini.

Skipið hevur eisini ein oljuútskiljara frá føroysku fyritøkuni Green IQ, sum alsamt fleiri skip eru farin at brúka.

Markus fer ein av komandi døgunum at seta kós móti Føroyum, har teir skulu hava útgerðina frá Vónini umborð.

Nýggi Markus skal avloysa ein eldri rækjutrolara, sum er bygdur í 2003, og sum hevur fingið navnið Acadienne Gale ll.

Kostnaðurin fyri nýggja Markus er umleið 300 milliónir krónur, og skipið er bygt í Spania, har grønlendingar hava latið fleiri skip byggja seinastu tíðina, og fleiri eru í ger.

Tað eru grønlendsku reiðaríini Qajaq Trawl A/S og Polar Seafood A/S, sum eiga nýggja Markus.

Polar Seafood letur eitt systurskip byggja á somu skipasmiðju í Vigo, sum verður latið reiðarínum seinni í hesum árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder