Innanlands

Nýggjur Gadus í 2022

Nýbygningur er bílagdur, og verður eftir ætlan á Klaksvík á Sjómannadegnum um tvey ár. Tað avdúkaði Hanus Hansen, reiðari, í kvøld

Hanus Hansen á Skúlatrøð í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Hansen á Skúlatrøð í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-19 21:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Á Sjómannadegnum í 2022 kemur eftir ætlan nýggi flakatrolarin hjá JFK-samtakinum stevnandi inn á Klaksvíkina.

Hetta avdúkaði Hanus Hansen, reiðari, á kjakfundinum á Skúlatrøð í Klasvík í kvøld.

Tað hevur ljóðað í longri tíð, at nýtt skip var ávegis, men nú er tað so greitt, at nýtt verður bygt.

Hanus Hansen upplýsti, at skipið fer at hava møguleika at taka alt við til lands, eitt nú framleiða fiskamjøl- og olju.

Hanus Hansen vil ikki gera fleiri viðmerkingar um nýbygningin í kvøld.

[object Object]Núverandi Gadus er bygdur í 1987, og kom í føroyska flotan í 2010 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

placeholder
placeholder