Innanlands

Nýggj andlit í nevndini hjá Føroya Fiskimannafelag

Stríðsval á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum í gjár, tá nevndarlimirnir fyrstu ferð í søgu felagsins skuldu veljast beinleiðis á sjálvumn landsfundinum

Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og Erling Jacobsen allir nývaldir (Mynd: Føroya Fiskimannafelag)

Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og Erling Jacobsen allir nývaldir (Mynd: Føroya Fiskimannafelag)

2025-12-28 12:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll og fyri fyrstu ferð í søgu felagsins skuldu nevndarlimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.

Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur, t.d sýsluformenn.

Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.

Fiskimannafelagið skrivar á heimasíðuni, at aðrenn fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í Suðuroy og Vágum, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen stillaðu allir uppaftur. 

Seks nevndarlimir skuldu veljast men átta valevni vóru at velja í.

Valdir vóru Erling Jacobsen, Gøtu og Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen úr Sandavági. Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.

Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder