Innanlands

Nýggi Pison hevur sett kós móti Føroyum

Nýggi Pison loysti frá landi í Noreg í dag, og er nú ávegis á Klaksvík

2021-01-11 22:45 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um eitt frystilínuskip, sum er bygt í 1987, og sum skal avloysa núverandi Pison, sum skal høggast upp.

Nýggi Pison loysti í kvøld, og verður eftir ætlan í Føroyum mikudagin, har skipið kemur á Kalskvík.

Einki verður gjørt burturúr at skipið kemur til Føroyar á fyrstansinni, og tað er korona, sum er orsøkin til hetta.

Nýggi Pison skal riggast til, og kemur arbeiðið helst at taka eini 10 dagar, áðrenn skipið fer til fiskiskap undir Føroyum.

[object Object] 
Nýggi Pison loysti frá landi í Noreg í dag, og er núávegis heim til Føroyar (Mynd: Fishfacts)

placeholder
placeholder