2023-05-04 12:57
Skrokkurin á nýggja Finni Fríða er nú drigin úr skipasmiðjuni hjá Karstensens Skibsværft í Póllandi.
Skrokkurin verður gjørdur klárur at sandblása innan og uttan. Eftir sandblásing verður skrokkurin málaður.
Seinni í summar verður skrokkurin sleipaður til Skagen at gera til og innrætta. Hetta verður um mánaðarskiftið juni/juli.
Sáttmálaprísurin er 340 milliónir krónur, og hetta er tað mesta nakrantíð á Karstensens skipasmiðjuni.
(Myndir: Varðin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald