Avloysaraskipið hjá Fagraberg, sum hetleningar hava selt til Føroya, er nú komi til Skagen, har skipið skal yvirtakast.
Serene er bygd í 2018, og er 82 metrar long, og 17,20 metrar breið. Skipið lastar umleið 3.000 tons við køling.
Høgaberg, sum Framherji eisini eigur, liggur eisini við bryggju í Skagen, og tað hevur eydnast Pol M Jensen at taka eina mynd, har man sær bæði skipini saman.
Høgaberg er við sínum 88 metrum tað longra skipið, men er knappan metur smælri - 16,50 metrar. Tó lastar Høgaberg umleið 400 tons meira enn nýggi Fagraberg.
Nýggi Fagraberg skal nú í dokkina í Skagen, har ymist skal dagførast og botnsýn gerast, og síðani kemur skipið til Føroya, har tað fær heimstað í Fuglafirði. Nýggi Fagraberg verður ikki málaður eyðkendu litirnar hjá Framherja enn, men ætlanin er at gera hetta seinni.
Framherji hevur keypt Serene fyri 250 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald