Innanlands

Nýborg skal fiska við Marokko

Nýborg hevur ligið í Vági seinasta árið

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2019-08-26 13:35 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Nýborg, sum kom í føroyska flotan í 2017, liggur í løtuni í Hirtshals, har skipið verður riggað til at fara aftur í vinnu.

Nýborg skal tilfiskiskap við Marokko, og tað verður danska felagið Asbjørn A/S, sum skal taka sær av tí yvirornaða, nú skipið fer at fiska við Afrika.

Nýborg kom til Føroyar summarið í 2017, og er tað felagið Ocean Group Faroes í Vági, sum eigur skipið, sum varð keypt frá familjuni Magnussen í Hirtshals.

Skipið kallaðist Junior tá ið tað varð keypt, men fekk navnið Nýborg í samband við yvirtøkuna.

Seinasta árið hevur Nýborg ligið á Vági, og fyri tíð síðan sigldi skipið til Hirtshals, har tað nú skal riggast til.

Skipið skal gera ymiskt viðlíkahaldasarbeiðið, og dagførast í samband við fiskiskapin.

Nýborg er partur av einari eitt ára avtalu um fiskiskap við Marokko, og skipið verður verandi í føroyska flotanum.