- Nýggja navnið er komið á skipið, so nú má eg minnast til at siga og skrivað tað, tá eg samskifti við havnir og myndugleikar, sigur Allan skemtandi.
Í farnu viku lá farmaskipið Hav Vestlandia á Søldarfirði. Teir vóru ávegis úr Póllandi til Íslands, men steðgaðu á í Føroyum, tí skipið skifti eigara og navn.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við skiparan, Allan Lamhauge Hammer. Hann segði:
- Vit liggja her í Søldarfirði, í sambandið við, at ymisk papírir skulu ornast, nú skipið hevur fingið nýggjar eigarar og nýtt navn. Nýggja navnið er málað á skipið.
- Sum tey flestu óivað hava frætt, so hevur Navigare keypt Hav Vestlandiu og Hav Norðlandiu frá felagnum Arco Sp/f, á Glyvrum, sum Rodmundi Nielsen og Andy Knudsen, áttu. Navigare hevur staðið fyri siglingini hjá skipunum síðani tey komu í føroyska flotan fyri seks árum síðani, so arbeiðsliga verður neyvan tann stóra broytingin, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hav Nordlandia eitur nú Hav Frakt, og Hav Vestlandia eitur nú Hav Felli.
- Nýggja navnið er komið á skipið, so nú má eg minnast til at siga og skrivað tað, tá eg samskifti við havnir og myndugleikar, sigur Allan skemtandi.
Guds orð varð lisið og bøn biðin fyri skipi og manning, áðrenn trúboðarin takkaði fyri seg.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald