Innanlands

Norðingur skal landa í Fuglafirði

Norðingur skal landa umleið 300 tons av svartkjafti í Fuglafirði

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-11 15:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið norðingur skal landa svartkjaft í Fuglafirði.

Norðingur hevur verið til fiskiskap í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur. 

Sagt verður frá so ringum veðrið næstu dagarnar, at avgerð var tikin um at koma inn at landa.  

Norðingur hevur umleið 325 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder