Innanlands

Norðingur og Jupiter hava landað í Kollafirði

Uppsjóvarskipini hava fiskað sild í føroyskum sjógvi hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-12 21:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Norðingur og Jupiter landaðu í gjár í Kollafirði.

Talan hevur verið um smáligan fiskiskap, tí skipini høvdu stívliga 330 tons av sild til samans.

Norðingur landaði 180 tons av sild til Faroe Pelagic, meðan Jupiter landaði 150 tons í bilar, sum vórðu koyrdir til Tavuna í Leirvík.

Bæði skipini fóru aftur á sildaveiðu tá ið lidugt var at landa.

Støddin lá um 300 gramm í miðal.

 

placeholder
placeholder