2024-01-19 15:17  
  
  Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa asvartkjaft.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan- 1.900 tons, verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Norðingur fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið skipið hevur landað til Havsbrún.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald