Innanlands

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið kom við 100 tonsum í gjár

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2018-12-18 10:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 1000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder