2019-09-13 21:16

Uppsjóvarskipið úr Klaksvík skal landa makrel til Faroe Pelagic.
Teir hava fiskað makrel norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir hava umleið 600 tons av makreli, og talan er um góða stødd.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu norðanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald